2021-08-08 10:41
Í gjár var tað Suðuroy. 4. etapa byrjaði á Tvøroyri og endaði í Vági.
Í mun til undanfarin ár er teinurin styttur nakað. Og vegna nógvan vind á Hestinum, avgjørdi dómaratoymið ikki at koyra um Hestin. Fyri sterku súkklararnar var tað ergriligt, men verður hugsað um trygdina, so var avgerðin tann rætta fyri kappingina.
Helgi W. Olsen, sum er sera sterkur tá tað gongur "upp eftir", setti ferð á, og sum perlur á snóri fullu hinir súkklararnir frá. Ein megnaði at halda tørn, og var tað Jákup Petur Eliasen (Dávur Magnussen gav avboð til 4. etapu).
Meira um kappingina her:
LM Kring Føroyar 4. etapa - Helgi vann og liggar samanlagt á odda - Tórshavnar Súkklufelag (tsf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald