So er triði dagur farin afturum og 3. etapa avgreidd. Menn og kvinnur troyttast, og tankar um "Kongaetapuna" í Suðuroy gera kanska, at súkklarin følur seg mentalt troyttan eisini. Væl skilligt, at onkur stúrur fyri bæði Hovsegg og Hestinum.
Men í dag var tað Viðoy. Viðoy var karmur um 3. etapu av LM Kring Føroyar. "Masterstartur" var frá Hvannasundi til tunnilsmunnan. Leðin gekk síðan gjøgnum tunnilin, til Viðareiði, og leiðin gekk so eftir gamla vegi aftur til tunnilsmunnan. Hesin teinur skuldi koyrast fimm ferð áðrenn vinnarin bleiv funnin, tilsamans 60 km.
Meðan Dávur Magnussen kundi gleðast um aftur at standa ovast á sigurspallinum, so gjørdi Maria Svabo Hansen í dag hat trick, við sínum triðja sigri á rað.
Vit hava skrivað nøkur orð um kappingina og meira er at lesa her á leinkjuni niðanfyri:
LM Kring Føroyar 3. etapa - enn ein sigur til Dávur - Tórshavnar Súkklufelag (tsf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald