Vinna

Lítil nøgd av fiski avreidd í 1. ársfjórðingi

...

2014-04-26 19:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Avreiðingarnar tilsamans fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru á sama lága støði sum somu mánaðir í fjør. Av teimum týdningamestu fiskasløgunum er nakað meir av toski komin upp á land í ár, meðan hýsunøgdin er minkað nakað. Nøgdin á upsa er tann sama sum í fjør. Enn eru nøgdirnar á hesum fiskasløgum lágar, samanborið við góð fiskiár.


Avreiðingarnar av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er eisini minkað nakað, samanborið við 1. ársfjórðing í fjør.
Eisini flatfiskurin er minkaður ein fimting. Tað er nógv minni av svartkalva komið uppá land í ár.

Fyrsti ársfjórðingurin í ár gevur eina ábending um, at feskfiskaveiðan heldur ikki ár  fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í feskfiskaveiðuni seinastu árini, sær út til at halda fram.

Verður fyrsti ársfjórðingurin samanborin við undanfarin ár, sæst at feskfiskaveiðan er vánalig. Í talvuni og strikumyndini niðanfyri er botnfiskanøgdin í fyrsta ársfjóðringi í ár samanborin við undanfarin ár, og staðfestast kann, at seinastu góðu 20 árini er í fyrsta ársfjórðingi ongantíð landað so lítið av botnfiski, sum tvey tey seinastu árini.

Avreiðingartølini fyri 1 ársfjóðring 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder