Á mánaðarliga fundinum hjá Lions Vágar handaði Dánial
Christoffersen, vegna Lions Vágar, Egga Jensen ein gávukekk á kr 35.000,- til
keyp av serligum ítróttarkoyristóli.
???Lions er virkin viðleikari í para-ítróttinum kring heimin,
og eru vit fegin um at vit í Lions Vágar eisini hava møguleika at stuðla hesum
virksemi??? segði Dánial Christoffersen tá hann handaði gávuna.
??tlanin við koyristólinum er at føroyingar, ið eru bundnir
av koyristóli, skulu fáa møguleikan at royna ein ítróttarkoyristól, ið er
munandi lættari og stúttari enn vanligur koyristólur, og harvið fáa sama
møguleika at íðka ítrótt sum øll onnur.
Smb. Parasport Føroyum er bert ein slíkur koyristólur í
Føroyum í løtuni, og verður hann brúktur av einum badmintonleikara.
???Vit í Parasport Føroyum eru sera takksom fyri gávuna frá
Lions Vágar.
Vit eru í gongd við at útvega okkum ymiska útgerð, soleiðis at øll skulu hava
møguleikan at royna seg í ítrótti, uttan mun til kroppsligar avbjóðingar.
Við einum slíkum koyristóli kunnu fleiri royna seg, og er vónin at onkur teirra
hevur hug at halda fram við ítróttinum??? segði Egga Jensen, formaður í Parasport
Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald