Ítróttur

Samrøða við Liljan Djurhuus eftir at tær gjørdust steypavinnarar

...

2018-02-17 20:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Steypafinaluni í dag ímillum VÍF og Kyndil vann VÍF 23-19 á Kyndli, vit tosaðu við Liljan Djurhuus hjá VÍF eftir dystin og settu henni nakrar spurningar.

Fyrst og fremst tillukku við sigrinum Liljan - Hvussu var tað at spæla í hesi nýggju høllini?

Liljan: Takk fyri tað - Orduliga góðir karmar, mega góður stemningur, hettar er tað man spælir hondbólt fyri - hettar skuldu øll sloppið at prøvað.

Hvussu upplivdi tú dystin?

Liljan: Vit høvdu tamarhald á dystinum alla tíð, føldi eg tað sum, og - ja eg haldi, at vit koyrdu tað heim simpulthen, vit hildu tær avtalurnar vit høvdu gjørd, sjálvandi er onkuur kiksari innímillum, men tað er tað altíð í eini finalu, jú vit hildu avtalurnar, og tí standa vit eisini sum vinnarir í dag.

Eftir at 40 minuttir vóru leiktir, so vóru tað bara tveir leikarar hjá Kyndli, ið høvdu skorað, hvat hevði verjan avtalað?

Liljan: Jaaa avtalurnar vóru, at vit skuldu pakka tær væl inn, tað eydnaðist væl í dag og sjálvandi Kristina tekur alt frá vengrunum og so er ikki nógv eftir.

Vinna tit nú greipuna?

Liljan: Eg hevði ynskt tað ja - eg fari at gera alt fyri tað - eg hopi tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder