Vinna

Leitaðu norður á 72N, men truffu ikki við

...

2014-08-14 03:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 5 av teimur størru føroysku makrelskipunum, hava leitað víða um í altjóða sjógvi norðanfyri - tey leitaðu norður um 72N, men truffu ikki við, har vóru Akraberg, Christian í Grótinum, Norðborg, Jupiter og Finnur Fríði - eisini vóru eini 12 russisk skip við í leitingini.

Í kvøld er allur flotin ávegis suðureftir, tey leita viða um, men vit hava ikki frætt um, at tey hava troffið við enn.

Tey flestu av hinum føroysku makrelskipunum eru í kvøld stødd í ein útnyðring úr Føroyum - á uml. 63,5N og 9V.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder