Ítróttur

Legendan tekur enn eitt tørn

...

2018-03-08 21:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Tór-Ingar Akselsen hevur endiliga játtað at tikið enn eitt ár í svarta búnanum. 36-ára gamli sandavágsmaðurin var av týðningarmestu leikarunum í fjør, og dygdirnar og royndirnar fara at hjálpa okkum væl.

Tór-Ingar er av royndastu leikarunum í Vágum nakrantíð, og, at hann tekur enn eitt ár á vøllinum, hevur sjálvsagt stóra ávírkan á felagið og liðið. Íroknað steypakapping og altjóða dystir, hevur Tór-Ingar nærum 300 dystir á hægsta stiði, við 07 Vestur, FS Vágum og HB. Á toppskjúttalista okkara, liggur Tór-Ingar nr. 2, við 59 málum, trý aftanfyri Holgar.

Her vesturi hevur Tór-Ingar vanliga verið at sæð frammaliga á vøllinum, men í fjør var tað meira sum verjuleikari, hann fekk roynt seg. Drúgvu royndirnar gera, at hann helst eisini kann røkja fleiri pláss.

Vit vóna at síggja nógv til Tór-Ingar í ár, og ynskja honum hjartaliga góða eyðnu í avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder