Ítróttur

Lat bilin standa

...

2018-08-28 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lat bilin standa - Vatnavegurin verður afturlatin fyri ferðslu undir hálvmaraton renning í Vágum

Landsverk letur Vatnavegin aftur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til ??ogvøllin, leygardagin 1. september í tíðarskeiðinum kl. 11.30 - 13.00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton.

Metstórur áhugi er fyri tiltakinum aftur í ár, har luttakarar ganga og/ella renna úr Gásadali til Sandavágs, við yvir 900 luttakarum. Umframt tey, sum fara at luttaka í Vatnarenningini, har teinurin er av flogvøllinum til FK í Miðvági. Partur av luttøkugjaldinum verður latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran, ið skipar fyri umsorgnarbólkum fyri børnum, sum hava mist.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder