Ítróttur

Lars Olsen: Vit vunnu uppiborið

...

2018-03-25 21:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið vann seinna dystin á venjingarleguni í Marbella. ??rslitið móti Liktinstein gjørdist 3-0 til Føroyar, sum var á odda við einum í steðginum.

- Hetta var ein uppiborin sigur, og eg haldi vit saktans kundu havt vunnið við fleiri enn trimum málum. Vit vóru betra liðið.

Orðini eigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, eftir 3-0 sigurin á Liktinstein sunnudagin.

- Tað virkaði eitt sindur nervøst til tíðir, og tá vit komu á odda, fekk Liktinstein óneyðuga nógv spæl, og teir komu eisini til nakrar kjansir. Men sum heild haldi eg at vit vóru betri, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur seinastu vikuna verið á venjingarlegu í Marbella í suðurspania. Umframt venjingar, hava tveir venjingardystir eisini verið á skránni. Hósdagin gjørdist úrslitið javnleikur 1-1 móti Lettlandi, meðan seinni dysturin, sum varð spældur sunnudagin móti Liktinstein, endaði við tryggum 3-0 sigri til Føroyar.

Kaj Leo í Bartalsstovu legði Føroyar á odda tá 11 minuttir vóru spældir. og hendan leiðsla helt sær til góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Brandur Hendriksson Olsen økti til 2-0, áðrenn Sonni Ragnar Nattestad slerdi sigur fastan fimm minuttir, áðrenn svenski dómarin floytaði fyri seinastu ferð.

Næsti A-landsdystur hjá monnum verður í september, tá UEFA Nations League fer av bakkastokki. Fyrsti dystur verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. september ímóti Malta.

Myndir: Hans Erik Danielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder