FSF: Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia, Føroyar og Malta endaðu í bólki F, tá lutakast var um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping. Ein spennandi bólkur, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Á middegi sunnudagin var lutakast um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM 2020. Føroyar endaðu í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.
- Hetta verður ein stór og sera spennandi avbjóðing. Spania er uttan iva favorittur at vinna bólkin, men eg rokni við, at vit kunnu skava okkum nøkur stig saman, sigur Lars Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru í bólki saman við Noreg í einari EM- ella HM-undankapping. Leikskráin fyri komandi kapping verður kunngjørd seinni í dag (sunnudagin).
Bólkur A
Ongland
Kekkia
Bulgaria
Montenegro
Kosovo
Bólkur B
Portugal
Ukraina
Serbia
Litava
Luksemborg
Bólkur C
Holland
Týskland
Norðurírland
Estland
Hvítarussland
Bólkur D
Sveis
Danmark
Írland
Georgia
Gibraltar
Bólkur E
Kroatia
Wales
Slovakia
Ungarn
Aserbadjan
Bólkur F
Spania
Svøríki
Noreg
Rumenia
Føroyar
Malta
Bólkur G
Pólland
Eysturríki
Ísrael
Slovenia
Makedónia
Lettland
Bólkur H
Frakland
Ísland
Turkaland
Albania
Moldova
Andorra
Bólkur I
Belgia
Russland
Skotland
Kýpros
Kasakstan
San Marino
Bólkur J
Italia
Bosnia-Hersigovina
Finnland
Grikkaland
Armenia
Liktinstein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald