Landsliðsvenjararnir Sune Gavnholt og Aritra Nandy hava úttikið teir tíggju leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í badminton á oyggjaleikunum á Gibraltar í juli.
Kvinnur:
Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF/Lyngby
Gunnva Jacobsen, HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Adhya Nandi, HBF
Menn:
Niclas H. Eysturoy, HBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Bartal Poulsen, MBF/Viby J
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Bartal Poulsen og Rannvá Djurhuus Carlsson mangla á myndini.
"Vit eru sera spent til oyggjaleikirnar á Gibraltar. Vit hava eitt blandaðan hóp av royndum og óroyndum leikarum, so spennandi verður, hvussu vit fara at klára okkum. Vit gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum møguligt. Málið er í øllum førum at fáa eitt heiðursmerki í liðkappingini", sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald