Ítróttur

Kyndil vil sleppa at spæla onkra finalu

...

2017-09-10 19:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landskappingin í hondbólti byrjar aftur komandi vikuskiftið. Vit hava prátað við venjarin hjá kyndlamonnum, Julian Johansen, og spurt hann hvat tey í Kyndli vænta av kappingarárinum sum stendur fyri framman.

Fyrst spurdu vit Julian hvussu Kyndil hevur fyrireika seg til kappingina.

- Julian sigur, at Kyndil hevur fyrireikað seg væl, og halda teir sjálvir, at teir eru har sum teir eiga at verða, sjálvt um tað enn liggur eitt stórt arbeiði fyri framman. Kyndil hevur spælt nakrar venjingardystir, teir hava gingið so sum so sigur Julian. Kyndil hevur eitt nýtt lið at spæla saman, og tað tekur tíð.

Hvussu sær hópurin hjá Kyndli út?

- Hópurin sær spennandi út heldur Julian. Kyndil hevur fingið fleiri leikarar á øllum plássum, so tað verður ein intern kapping um spælitíð, tað er gleðiligt leggur Julian afturat.

Kyndil hevur tó mist nógvar spælarar: David Edvardsen, Hørdur Fannar, Bjarni Sørensen, Hans Áki Dal Christiansen, Josef Abrahamsen og Niels Viggo Niclassen eru allir farnir. Allir hesir vóru góðir leikarar, so vit hava nógv tóm rúm at fylla, sigur Julian.

Kyndil hevur eisini fingið nakrar leikarar til felagið og teir eru: John Í Innistovu, Lars Black, Rani Ellingsgaard, Rókur Akralíð og Milan Zegarac.

Hvat málsetningurin til kappingina?

- Vit hava gjørt okkum nøkur deilmál til kappingina. Fyrst og fremst verður tað at fáa liði at fungera. Hettar er eitt púra nýtt lið sum skal samanspælast og tað kann møguliga taka tíð.

Vit vilja eins og hini liðini eisini sleppa í onkra finalu, men mugu hinvegin eisini vera realistiskir. Tað tekur tíð at samanspæla eitt lið, og vónandi klára vit at gera tað so skjótt sum gjørligt, sigur Julian at enda.

Kyndil byrjar kappingarárið við at spæla á Skála móti StÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder