2019-02-14 23:27
Í kvøld tók Kyndil ímóti H71 í fyrru hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini.
Liðini fylgust fyrstu løtuna av dystinum, og eftir 9. min. var støðan 5-4 til Kyndil. Eftir tað fór Kyndil frá H71 og var hálvleiksstøðan 19-11 til heimaliðið.
H71 fekk minkað um munin í seinna hálvleiki, og endaði dysturin 32-26 til Kyndil.
Hjalti M. Jacobsen fekk 9 mál fyri Kyndil. Peter Krogh fekk 15 mál fyri H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald