Ítróttur

Kyndil vann 32-18 á StÍF

...

2019-11-06 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kyndil tók í kvøld ímóti StÍF í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti. 

Liðini fylgdust væl fyrstu løtuni, og tá ið 12. minuttir vóru leiktir var støðan 6-5, men so fór Kyndil frá StÍF, og vann systin 32-18 eftir hálvleiksstøðuna 16-9.

Málskjúttar:

Kyndil: Súna K. Hammer 9, Natasja Hammer 7, Ásleyg Súnadóttir 4, Turið Arge Samuelsen 4, Bára K. Hansen 3, Halla Midjord 3, Stefanina Laursen 1 og Karin Midjord 1.

StÍF: Haruka Gima 8, Vár D. Poulsen 3, Erla Petersen 2, Karina Høgnesen 2, Emmy Kass 1, Kristina Mikkelsen 1 og Yuiko Kukimoto 1.

Støður:

5. min.2-1

10. min. 5-4

15. min. 9-5

20. min. 11-7

25. min. 14-8

30. min. 16-9

35. min. 21-10

40. min. 22-10

45. min. 23-11

50. min. 25-12

55. min. 27-15

60. min. 32-18

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder