2019-02-04 07:51
Í gjár var fult umfar í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum.
Í bólki 2 er greitt hvør kemur víðari í hálvfinaluna. Bæði Kyndil og Neistin hava vunnni báðar sínar dystir, og hava harvið spælt seg víðari. Tey eru í bólki saman við StÍF og Team Klaksvík. Sunnudagin spæla Kyndil og Neistin tann avgerðandi dystin um 1. plássið.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 2 | 63 | 48 | 15 | 4 |
2 | Neistin | 2 | 66 | 54 | 12 | 4 |
3 | Team Klaksvík | 2 | 53 | 65 | -12 | 0 |
4 | StÍF | 2 | 49 | 64 | -15 | 0 |
Í hinum bólkinum hjá monnum er einki avgjørt enn.
H71 er nummar eitt við fýra stigum. KÍF og VÍF hava bæði tvey stig, meðan Kyndil 2 einki stig hevur fingið.
Leygardagin spælir KÍF ímóti Kyndil 2. Og sunnudagin tekur H71 ímóti VÍF. So einki verður avgjørt í bólki 1 hvør kemur víðari í hálvfinaluna fyrr enn í vikuskiftinum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 68 | 45 | 23 | 4 |
2 | KÍF | 2 | 54 | 58 | -4 | 2 |
3 | VÍF | 2 | 60 | 55 | 5 | 2 |
4 | Kyndil 2 | 2 | 46 | 70 | -24 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald