Ítróttur

Kyndil heldur jól á toppinum

...

2020-12-20 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár blivu teir seinastu hondbóltdystirnir í SMS-deildini hjá kvinnum leiktir.

Oddaliðið Kyndil var á vitjan hjá botnliðnum úr Klaksvík - Stjørnuni. Kyndil vann dystin 26-20, eftir at tær førdu 12-11 í hálvleikinum. Fyri Stjørnuna fingu Katirn Bertholdsen, Tóra Eliasen og Iulia Nalivko hvør síni 5 mál. Bára K. Hansen fekk 8 mál fyri Kyndil.

Í Havn hevði Neistin vitjan úr Vági, og vunnu Neistakvinnur stórsigur 32-17, eftir hálvleiksstøðuna 14-8. Fyri Neistan fekk Marjun Danberg 9 mál. Fyri VB fingu Vladana Lazendie og Durita Hjelm hvør síni 4 mál.

Í Vestmanna møttust VÍF og StÍF. StÍF vann dysitn 22-19, eftir at tær førdu 13-5 í hálvleikinum. Fyri VÍF fekk Ingibjørn Olsen 8 mál. Fyri StÍF fekk Haruka Gima 10 mál.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL133672699822
 H71123553124319
 NEISTIN133873048318
 STÍF13366378-1211
 VÍF13336356-2010
 VB13306395-898
 STJ??RNAN13307410-1032

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder