2020-10-12 06:50
Fult umfar hevur um vikuskiftið verið í SMS-deildini hjá kvinnum.
Leygardagin tók Kyndil ímóti StÍF. Kyndil vann dystin 31-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-12. Toppskjúttar í dystinum vóru Turið Arge fyri Kyndil við 7 málum, og fyri StÍF fekk Haruka Gima eisini 7 mál.
Í Vági tók VB ímóti H71. Tað var H71 ið fekk tey bæði stigini við sær norður aftur, tá ið tær vunnu 20-32, eftir hálvleiksstøðuna 11-14. Gurið K. Augustinussen fekk 7 mál fyri VB, og fyri H71 fekk Jana Mittún eisini 7 mál.
Í gjár tók Neistin ímóti VÍF, tað vóru tær bláu úr Havn sum vunnu dystin 27-20, eftir hálvleiksstøðuna 16-11. Fyri Neistan fingu Sólbjørt Høj og Marjun Danberg 6 mál í part, Ivana Meincke fekk 4 mál fyri VÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald