Ítróttur

Kvøðaa til Tvøroyrar Bóltfelag á 128 ára degnum

...

2020-05-13 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag eru júst 128 ár liðin, síðan Tvøroyrar Bóltfelag varð stovnað. 16 limir meldaðu seg inn í felagið og fyrsta nevndin varð mannað við Poul Effersøe, Oliver Effersøe og Johan Mortensen. Tiltakslimir vóru D. J. Larsen og Axel Nolsøe. Navn felagsins var upprunaliga Tveraa Boldklub ??? í klombrum ???Tvørá Bóltfelag???. Fyrsta fundarfrásøgnin sæst herhttp://www.tb.fo/forkunnug-mynd/Føroya fyrsta fótbóltsfelag, ja Føroya fyrsta ítróttarfelag, var nú veruleiki á Tvøroyri, smáar 3 vikur áðrenn enska risafelagið Liverpool FC sá dagsins ljós.

Tað var sjálvandi ein onnur tíð tá og avbjóðingarnar hava verið heilt øðrvísi enn tær eru í dag. Hóast vit nú eru komin inn í eitt tíðarskeið við hátøkni og størri fíggjarligum rásarúmi, so eru framvegis stórar avbjóðingar hjá felagnum, eins og tær vóru tá.

Tá felagið hevur verið til í samfull 128 ár, so er tað eingin loyna, at nógvir upp og niðurtúrar hava verið á vegnum til har vit eru í dag. Tílíka avbjóðing, ið korona-farsóttin hevur givið heiminum, hevur felagið tó ongantíð roynt áður.

Nógv varð lagt fyri við kappingarenda í fjør og fram til kappingarbyrjan í ár, fyri at fáa ein góðan, samansettan hóp við einum góðum venjara. Hetta eydnaðist til fulnar og vit hava í dag ein spennandi, ungan hóp og eitt venjaratoymi, ið veruliga hevur megnað at hildið saman uppá spælarahópin og fingið trúnna uppá nakað stórt, fram aftur.

Hin 12. mars í ár kunngjørdi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at Føroyar fóru niður í ferð. Við hesum bleiv teppið skrykt undan landskappingini hjá fótbóltsfeløgunum og undan øllum ítrótti annars. Uttan iva neyðug stig at taka hjá landsstýrinum, men hetta merkti eisini, at felagið nú stóð uttan inntøku frá heimadystunum, ið eru ein avgerandi partur av fíggjarliga tilverugrundarlagnum. Mótsvarið hjá okkum var at skipa fyri einari ørgrynnu av tiltøkum, seinastu tíðina. Seinasta átakið, er fjepparahandilin, ið vit lata upp í dag.

Hjartanemandi hevur tað verið at sæð, hvussu nógvar góðar stuðlar TB hevur kring alt landið og uttanlands. Hóast áskoðarar ikki sleppa til dyst, so hava fólk, sjálvboðin, tikið stig til at gjalda fyri atgongumerki allíkavæl, fyri at stuðla felagnum. Hetta eru vit ómetaliga takksom fyri. Fíggjarligi stuðulin frá vinnulívinum og kommununi er eisini einastandandi fyri felagið og skal ein hjartans tøkk ljóða herfrá fyri tað ??? uttan stuðulin var einki TB sum vit kenna tað.

TB stendur sterkt í lokalsamfelagnum í dag. Einasta liðið í Suðuroynni í bestu fótbóltsdeildini er í dag eitt sterkt og væl virkandi felag, líka frá ungdómsdeildini av og uppeftir. Áhugin fyri felagnum er sera stórur innanlands, men nú tykist áhugin at vera sprottin í fullum blóma uttanlands eisini. Hetta er sjálvandi ein fylgja av, at danskir, norskir og svenskir miðlar nú senda føroyskan fótbólt beinleiðis. Uttan iva hevur tað eisini nakað at siga fyri norðurlendska áhugan, at vit hava danar og ein svia á liðnum. Vit gera okkara fyri at ???lofta??? hesum áhuganum, við at seta á stovn ein nethandil og við at umseta ávísar tíðindagreinar til enskt, so øll kunnu fylgja við.

Landskappingin er endiliga byrjað og hóast vit ikki fingu best hugsandi byrjanina, so er bjartskygnið um kappingarárið 2020 ikki viknað yvirhøvur.

Vit, í vara av felagnum, í ymisku nevndunum í TB, vilja ynskja Tvøroyrar Bóltfelag hjartaliga til lukku við 128 ára degnum. Vit vita, at vit standa við ábyrgdini fyri søguliga upprunanum til allan føroyskan ítrótt. Vit eru stolt av felagnum og vilja øll gera okkara fyri at lyfta felagnum víðari, á tryggari leið.

Vegna nevndirnar í Tvøroyrar Bóltfelag

Reidar Simonsen

formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder