Ítróttur

Kvinnurnar hjá H71 vunnu tryggan sigur á StÍF

...

2020-09-16 18:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kvinnurnar hjá StÍF tóku í kvøld ímóti H71-kvinnunum í Høllini á Skála.

Fyrri hálvleikur var javnur og spennandi, liðini skiftust at liggja omaná, men tá ið farið var til hálvleiks, tá var støðan 16-17 til H71.

Í seinna hálvleiki startaðu H71-kvinnurnar við nógvari ferð, tá ið 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá var støðan 23-18 til H71. H71 lat StÍF tá ongantíð koma fyri seg aftur - H71 vann trygt 29-37.

StÍF:  Hanna ??. Ljósá, Jóhanna Meyer, Emmy Kass 2, Guðrið Ellingsgaard 2, Poula D. Berg 1, Rebekka Zachariassen 1, Vár D. Poulsen 1, Mao Otani, Karina B. Høgnesen 11, Yvika Kurimoto 5 og Haruka Lima 6.

H71: Fía W. Poulsen, Mia Julius, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 3, Bjørk Brimnes 1, Maria H. Weyhe 16, Karina Ey. Rubeksen, Marin Mortensen 6, Eva Barba Arge 1, Inga Maria Joensen, Sunniva Bogadóttir 1, Elsa Egholm, Lív B. Zachariassen 1, Christina T. Arge 4, Sara Jacobsen 1 og Birita Mortansdóttir 1.

Støður:

5. min. 3-3

10. min. 5-5

15. min. 8-8

20. min. 13-9

25. min. 16-15

30. min. 16-17

35. min. 18-20

40. min. 18-23

45. min. 21-26

50. min. 22-29

55. min. 24-33

60. min. 29-37

Dómarar: Daniel Rapa og Jjákup Sverri Kass.

Áskoðarar: 200.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder