2021-03-20 18:40
Í dag spældu kvinnurnar hjá 07 Vestur á fyrsta sinni í bestu deildini, tá ið tær tóku ímóti HB í 1. umfari í Betri-deildini hjá kvinnum.
Tað vóru gestirnir úr Havn ið vóru tað betra liðið, og vann HB eisini dystin 6-0.
Tað var sørvágsdaman Sara Samson Lamhauge ið legði HB á odda 0-1 eftir 30. min. Julia Naomi Mortensen økti um leiðsluna tá ið 33. min. vóru leiktir. Sunniva økti skoraði bæði til 0-3 og 0-4 áðrenn hálvleik.
Jónvá Hentze skoraði til 0-5 eftir 61. min, og Sara Samson Lamhauge staðfesti sigurin tá ið hon skoraði til 0-6 eftir 88. min.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald