Ítróttur

Kvinnulandsliðið vann venjingardystirnar

...

2019-06-10 13:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

A-landsliðið við kvinnum er á venjingarlegu í Aarhus í hesum døgum, har tær millum annað hava spælt tveir venjingardystir.

Tað hevur gingið avbera væl. Fríggjadagin spældu Føroyar móti ligaliðnum hjá Søderjyske og vunnu 31-25. Durita Christophersen Jojic var toppskjútti við níggju málum, meðan Maria Halsdóttir Weyhe skeyt átta mál.

Leygardagin varð spælt móti Aarhus, og eisini tann dystin vunnu Føroyar. ??rslitið var 32-28. Durita Christophersen skeyt seks mál, meðan Maria Halsdóttir Weyhe og Pernille Brandenborg skutu hvør síni fýra mál.

Fimm nýggir leikarar eru úttiknar til A-landsliðið á fyrsta sinni. Tær eru Guðrið á Borg, sum hevur gjørt tað gott sum vinstri vongur hjá H71, Marita Mortensen, ið varð vald til ársins Stjørnuskot farna kappingarár, Ingunn Kristina Persson, ið hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá Neistanum farna kappingarár, Lív S. Poulsen, ið spælir við Herning-Ikast, og málverjin Rakul Wardum, sum spælir við Skanderborg Håndbold. Sum skilst hava tær allar klárað seg væl.

Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum fram móti EM-undankapping, ið byrjar í heyst.

Landsliðshópurin fer hvør til sítt aftur í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder