Ítróttur

Kvinnulandsliðið úttikið

...

2019-05-21 13:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

A-landsliðið við kvinnum fer nú undir fyrireikingarnar fram móti EM-undankappingini, ið byrjar í heyst.

Í døgnunum 6. til 10. juni fer kvinnulandsliðið til Aarhus á venjinigarlegu, har millum annað tveir venjingardystir eru á skránni móti Sønderjyske og Viborg.

Landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhannsson, hevur úttikið 16 leikarar til venjingarleguna.

HópurinMálverjar:
Ragnhild á Heygum, VÍF
Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Bjarta Osberg Johansen, Vendsyssel

Høgri vongur:
Ninna Johansen, Aalborg HK
Guðrið á Borg, H71

Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystbert, Kyndil
Marita Mortensen, H71

Spæliskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil

Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan

EM-undankappingin byrjar í september. Føroyar eru í bólki við Póllandi, Ukraina og Rumenia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder