Ítróttur

Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til EM

...

2019-03-08 18:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: A-landsliðið hjá kvinnum savnast í døgunum frá 20. til 24. mars at fyrireika seg til komandi EM-undankapping.

Landsliðsvenjarin Áugúst Jóhannsson hevur úttikið 19 spælarar til landsliðssavningina. Fimm teirra spæla uttanfyri Føroyar, og hinar spæla í føroysku kappingini.

Tríggir nýggir og ungir spælarar eru við hesaferð, sum ikki hava verið á landsliðnum fyrr. Tær eru Fríða á Dunga, sum hevur verið eyðsýndur vongspælari hjá Neistanum, Marita Mortensen, ið hevur verið sannførdandi bakkspælari hjá H71, og Lív Poulsen, sum júst hevur spælt seg á besta liðið hjá Herning/Ikast.

Leygardagin 23. mars verður ein spennandi dystur í Hoyvíkshøllini, tá A-landsliðið spælir ímóti einum pressuliði. Pressuliðið verður mannað við nøkrum av teimum útlendsku leikarunum, ið spæla í Føroyum, og nøkrum av profilunum í føroysku kappingini, sum ikki eru á landsliðnum í løtuni. Teirra millum verða Agnas Olsen, Liljan Djurhuus, Jovana Stranjanac, Maja Dragobuljovic, Marjun Danberg, Stina Madsen, Sofie Søberg og Kathe Frederiksen.

A-H??PURIN

MálverjarViviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuspælari
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Bjarta Osberg Johansen, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71

Vinstri vongur
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Fríða á Dunga, Neistin

Bakkar
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Durita Christophersen Jojic, VÍF

Spæliskipari
Súna K. Hansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Høgri vongur
Ninna Johansen, Aalborg HK
Halla Midjord, Kyndil
Lív S. Poulsen, Ikast

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder