Hvassorðaðu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana um samkynd í danska blaðnum Information eru ikki í tráð við tað, sum løgtingsmaðurin í veruleikanum hevur sagt.
Í øllum førum samsvara útsagnirnar, sum Jenis av Rana er endurgivin fyri at siga ikki við útsagnirnar, sum Jenis av Rana hevur sent Anne-Marie Mohr Nielsen, blaðfólkinum á Information.
Jenis av Rana hevur sent Kringvarpinum skrivliga samskiftið millum seg og blaðfólkið.
Blaðfólkið, sum skilir føroyskt, hevur sett spurningarnar á donskum, og Jenis av Rana hevur skrivað á føroyskum.
Har skrivar Jenis av Rana millum annað soleiðis:
"Hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva.
Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liviumstøðurnar í hesum umhvørvum verður sagt, at tær eru merktar av einsemi, skilnaði, vónloysi, kynismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfocuseran, baktali, lokabrøgdum, isolatión, eyðmýkjan v.m."
Men í Information eru útsagnirnar, sum nú eru á donskum, broyttar:
"»Guds mening er, at vi som individer skal leve et trygt og fredfyldt liv sammen med ham den almægtige herre. Men i stedet trækker de homoseksuelle et ødelæggende spor af modløshed, druk, misbrug, isolation, ydmygelse og selvmord efter sig. Det kan ikke være anderledes, når man ikke lever det liv, man er skabt til at leve.«
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald