2020-10-28 09:51
??r savninum: Royting á Slættanesi - kl. 19 í kvøld:
- føroysk sending frá 2005 Ein fagran summardag eru vit í royting á Slættanesi. Tað er hugtakandi at síggja meira enn 500 seyðir verða riknar gjøgnum líðirnar. Seyðurin verður savnaður oman fyri bygdina og verður síðani rikin í rætt niðri á lendingini. Konurnar bera pannukøkur á rættina til fjallfólkið. Síðani verður markað, heilivágur givin og roytt verður bæði á nýggjan og gamlan hátt. Jørmund Skoradal sigur frá gomlum minnum av Slættanesi. Prátað verður við røktingarmenn og onnur hjálparfólk, bæði konur og menn. Jóanis Nielsen er frásøgumaður. Hann sigur frá um fyrstu niðursetufólkini á Slættanesi, hagaskipanina og hvussu ein roytingardagur gongur. Lagt til rættis: Zacharias Hammer. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald