Ítróttur

Kurvabóltsfinalurnar nærkast

...

2018-03-18 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru Trygd-kappingarnar, ella kurvabóltskappingarnar í Føroyum við at fara at halla fyri hetta kappingarárið.

Hjá monnum eru 5 lið, sum kappast og er kappingin gjørd soleiðis, at 4 teirra sleppa í semifinaludyst, har finalu-luttakarnir verða funnir við einum vinn-ella-forsvinn-dysti. Nr 1 leikar ímóti nr 4, og nr 2 móti nr 3, fyrrnevndu hava heimavøll.

Longu nú er greitt at Sporðdrekin fær heimavøll móti nr 4. Nr 4 sær út til at gerast Hávur úr Klaksvík í tættari kapping við Hamar2.

Hávur hevur spælt sínar heimadystir á Argjum, og ein á Toftum, tí teirra heimavøllur ikki er klárur enn.

Borgarstjórin í Klaksvík greiður frá at hesi viðurskifti eru við at koma í rættlag. Virklund Sport vera lidnir at seta kurvarnar upp 30.apríl 2018. Tvs at næsta kappingarár vera kurvabóltsdystir at síggja í Klaksvík.

Hin semifinalan verður millum Hamar 1 og føroyameistararnar Ravn. Her sær út til at Hamar 1 og Ravnur fara at hittast í kappingini at avgera hvør fer avstað við 2. plássinum, sum gevur heimavøll í semifinaluni.

Leygarkvøldið (17.mars) spældu Hávur og Hamar 1 spennadi dyst á Toftum. ??rslitið gjørdist 49-44 til Hamar 1. Hávur lá annars til at vinna dystin og førdu við 10 stigum inn í 4. fjórðing, men so fekk ein Háv-leikari sín fimta feil meðan tann næsti fekk ein snudd í knæið og mátti gevast. Hetta gjørdi tað at teir royndu leikarnir úr Hamar 1 fingu sett trumf á tann síðsta fjórðingin og fingu 18 ímóti teimum 4 stigunum hjá Hávi og koppaðu dystinum í evstu løtu.

Semifinala millum nr 1 og 4 verður leygardagin 14. apríl kl. 13.00 í høllini á Argjahamri. Hin semifinalan verður antin á Argjahamri ella Toftum Summudagin 15 apríl, hetta er tengt at hvørt av liðunum vinnur sær heimavallarfyrimunin.

Hjá kvinnum eru 3 lið, tvey frá Hamar og eitt frá Hávi. Har er nakað av spenningi um hvørji lið sleppa í finaluna leygardagin 28.apríl. Hamar 1 hava tryggja sær luttøku við at vinna allar sínar dystir, meðan Hamar 2 og Hávur stríðast um hitt plássið.

Finalan verður heilt víst spennandi, kanska tær rutineraðu úr Hamar 1 hava leiklutin, sum favorittar.

Stóri finaludagurin verður leygardagin 28.apríl í høllini á Argjahamri, har ymisk undirhaldandi tiltøk vera á skránnið.

Støðan hjá monnum:

VunniTapt
1Sporðdrekin61
2Hamar 152
3Ravnur32
4Hávur26
5Hamar 205

Støðan hjá kvunnum

VunniTapt
1Hamar 130
2Hamar 211
3Hávur03

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder