Mentan

Kunningarskriv - Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki

...

2020-12-28 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kunningarskriv

Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki

Árið er nú at enda komið og fólk eru so smátt byrjað at skjóta nýggja árið inn við fýrverki av alskyns slag. Hóast fýrverk er vakurt at líta á, so kann tað eisini vera vandamikið, verður tað ikki handfarið rætt.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur í hesum sambandi nøkur góð og einføld ráð tíl hvussu tú fært eitt brunatrygt gamlaárskvøld.

Vandin fyri at fáa skaða av fýrverki er nógv minni, fylgjur tú hesum :

Fyrireiking:

  • Nýt bert góðkent fýrverk.
  • Bið um vegleiðing á sølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygd annars.
  • Les brúkaravegleiðingina gjølla.
  • Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Skatt fýrverk má ikki brúkast.
  • Hav altíð vatn ella annað klárt at sløkkja við, um fýtverkið festur í annað.

Tá fest verður í:

  • Nýt altíð verndarbrillur, vaksin sum børn.
  • Fýrverk skal brúkast uttandura og burturi frá fólki.
  • Fest ikki í fýrverk, har eldfimt tilfar ella løgur er í nánd.
  • Hav ikki fýrverk í lummanum, men í plastposa.
  • Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið, og sum ikki koppar. Ansa eftir, at rakettir fara beint uppeftir.
  • Fest bara í eina rakett í senn.
  • Fest í fjúsið við strektum armi ??? bend teg ikki inn yvir fýrverk.
  • Renn burtur frá rakettini, tá ið tú hevur fest í fjúsið.
  • Far ikki aftur til fýrverk ella rakett, sum ikki vildi ganga av.
  • Halt stóra frástøðu, tá ið skotið verður.

Annað

  • Kasta ongantíð fýrverk eftir fólki ella djórum.
  • Ansa eftir smábørnunum.
  • Ávirkað fólk skulu ikki fáast við fýrverk.

Sí:https://arb.fo/news/56/god-rad-i-sambandi-vid-nytslu-av-fyrverki

________________________________________________________________________________

Meira kunning um virkisøkið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sæst áwww.arb.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder