Mentan

Kunning um gongdina í verkætlanini

...

2021-02-06 19:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjósavn og Menturnarhús í Vágum:

Tað hevur ikki verið arbeitt umborð á "Marnu" í eina tíð av tí orsøk, at atlit skuldi takast til farsóttina og ein onnur er vánaliga veðrið, sum hevur verið. So skjótt veðrið er til tað, so verður farið í gongd aftur við at fáa barlastinina úr skipinum og tá er bara dekkið eftir at taka úr til skipið er klárt at seta upp. Sjálvandi eru øll vælkomin við tá arbeiðsboðini koma ????øll kunnu gera okkurt.

Tað hevur verið arbeitt miðvíst við fyrisitingarligum uppgávum m.a. framvega vinnutal, fundarvirksemi við MB, sum eigur matr.nr. 30b, har tørvur er at keypa 165 fermetrar ella so til byggingina og við nýggja býráðið at kunna um verkætlanina og gongdina higartil. Gongd er í arbeiðinum at gera frágreiðingar og nýggjar tekningar til eitt byggiloyvi og til grunnin, sum umsitur stuðulin, sum vit hava fingið frá donsku stjórnini. Vit skulu lýsa neyvt, hvussu stuðulin á 2,5 mió verður brúktur í ár og hvussu stuðulin á 3,5 mió verður brúktur í 2022. Harnæst verður arbeitt við øðrum stuðulsætlaninum frá øðrum grunni til ein serstakan part av verkætlanini fyri at framvega eina kopartekju, sum vildi gjørt húsið nærum fullkomið í útsjónd. Nýggjar tekningar verða vístar fyri almenninginum, so skjótt hesar eru tøkar. Viðlagda myndin, sum Pól Skarðenni hevur teknað, sýnir húsið við ætlaðu kopartekjuni.

Kelda: Sjósavn í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder