Ítróttur

KUNNING UM FM KAPPINGINA Í INNIR??ÐRI

...

2021-03-06 09:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðsta umfarið í grandprix kappingini, FM og liðkapping í inniróðri verður nú leygardagin.

Kappingin byrjar við fyrsta róðri kl. 10.00.

Innviging fyri lættvektarar í einstaklingabólkum er millum 1-2 tímar áðrenn start. Tvs. um tú rør kl. 10.40, skal tú vigast millum kl. 8.40 og 9.40.

Allir luttakarar í liðkapping skulu vigast í seinasta lagi kl. 12.00.

Medaljuhandan verður eftir hvønn róður.

RSF bjóðar kaffi, te, saft og køku.

RSF minna øll á at halda koronatilmælini um frástøðu og spitting.
Vit skipa fyri at skráseta øll, ið koma í høllina, eins og vit standa fyri at spritta, har tað er neyðugt.

Tvær inngongdir eru til høllina. Rógvarar vera bidnir um at taka niðaru inngongdina (beinleiðis inn í høllina), og áskoðarar vera bidnir um, so vítt gjørligt, at brúka inngongdina omanfyri.
Høllin verður deild upp í tvey ??? ein síða til upphiting og ein til kapping. Rógvarar kunnu uppihalda seg í upphitingarøkinum. Áskoðarar skulu halda seg á áskoðaraøkjunum ella í kantinuøkinum.

https://www.facebook.com/rsf1980/videos/430660501535741

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder