Ítróttur

Kunna feløgini um vandan við avtalaðum spæli

...

2020-05-25 17:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyskur fótbóltur fær nógva umrøðu uttanlands í hesum døgum, og tað hevur samstundis við sær, at størri áhugi er at vedda um føroyskar dystir. Men tað kann eisini hava nakrar vansar við sær

???????????????

??? Tað er greitt, at tað eru skipaðir brotsmenn, ið standa á odda fyri hesum, og tað kann tí vera sera vandamikið at koma í hóslag við. Men einki dømi er um avtalað spæl í føroyskum fótbólti, og hetta fer vónandi at blíva verandi soleiðis, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Síðani føroyska Betri Deildin hjá monnum fór av bakkastokki tann 9. mai, hevur føroyska kappingin fingið nógva umtalu uttanlands. Millum annað vísir norska TV2 fleiri dystir á teirra sjónvarpsrásum, umframt at dystirnir kunnu síggjast á ymiskum internetsíðum, sum veddingarfyritøkur vara av.

Men nógva umtalan kann eisini hava nakrar neiligar avleiðingar við sær ??? serliga tá hugsað verður um ???match fixing???, ella avtalað spæl, sum tað eitur á føroyskum.

Tí sannlíkindini fyri, at spælarar í føroysku kappingini kunnu fáa áheitanir uttanlands um at ávirka úrslit í dystum, hevur allarhelst ongantíð verið størri enn júst nú.

Men fyri at koma hesum til lívs, hevur Fótbóltssamband Føroya í fyrstu atløgu gjørt av at vitja øll feløgini í fremstu deildini hjá monnum og greiða teimum frá, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, um ein spælari gongur við til avtalað spæl.

Venjarar, spælarar, hjálparfólk og onnur kring liðini verða í sambandi við vitjanirnar kunnaði um, hvat tey hava loyvi til í samband við vedding, og hvat tey ikki hava loyvi til.

??? Hesin trupulleiki hevur ikki verið í Føroyum, og vit vænta heldur ikki, at hetta ikki verður nakar trupulleiki. Men vit ynskja at vera so væl fyrireikaðir sum tilber, og tað er orsøkin til, at vit eru farin í gongd við at kunna feløg og spælarar um ???match fixing???, sigur Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder