Seinasta vikuskifti var KSS-Open í badminton í Klaksvík. Hetta er GP1, sum er fyrsta av fimm Grand Prix kappingum í vetur.
Tað vóru 132 leikarar tilmeldaðir og blivu áleið 260 dystir leiktir. Hetta er nakað minni enn seinasta ár og væl minni enn fyri 4 árum síðani, tá vit settu met, tá vit í KBF hildu eina kapping við 218 leikarum, og næstan 400 dystir vóru spældir.
HBF hevði 73 leikarar, ÍF hevði 11 leikarar, MBF hevði 2 leikara og KBF hevði 46 leikarar.
Leygardagin spældu børn og ung til og við U17. Tá var spælt í Badmintonhøllini og KÍ-høllini. Atlit vórðu tikin til Covid-19, so øll vórðu skrásett, tá tey komu inn, og hvør leikari hevði bert loyvi at hava ein afturat við inn í høllina. Hvør høll var atskild, soleiðis at tað ikki kundi gangsat ímillum hallirnar.
Sunnudagin spældu tey vaksnu og var bert brúk fyri badmintonhøllini.
Spælt varð í 21 bólkum, frá U11 til U17 og so eisini vaksin. Hvør aldur varð eisini deildur upp eftir styrki frá A bólki til D bólkin. Men ikki allir bólkar vórðu mannaðir, so summir bólkar blivu samanlagdir.
Í U11 vann KBF 3 bólkar og HBF vann 2 bólkar.
Í U13 vann HBF 3 bólkar og KBF vann 2 bólkar.
Í U15 vann HBF 4 Bólkar og KBF vann 1 bólk.
Í U17 vann KBF 3 bólkar og HBF vann 1 bólk.
Hjá teimum vaksnu vann HBF bæði hjá monnum og kvinnum.
Aftur í ár var tað Klaksvíkar Sleipistøð, sum var stuðul av Grand-Prix 1, og fekk kappingin navnið KSS-Open 2020, og eru vit í Klaksvíkar Badmintinfelag sjálvandi sera fegin um tað :-)
Kappingin gekk væl:-)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald