Politikkur

Kristin valdi ikki sjálvur at fara av listanum

...

2016-10-25 20:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kristin valdi ikki sjálvur at fara av listanum, men var koyrdur av listanum kl 15:34 við telduposti frá Signar Dam.

Eg vil hervið koma við hesi rættleiðing um pástandin frá Signar Dam viðv. parti av okkara samskifti viðv. uppstillingini á Tvøroyri. Eg haldi at tú, Signar Dam, ríður niðaliga. Eg eg eri vitandi um at tað, hóast alt eru hampafólk í nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, sum eru óvitandi um hetta tíðindarskiv tú sendir út til allar fjølmiðlar í kvøld.

Eg vil gjarna at øll Tvørafólk og Føroya fólk annars, sígja hetta samskifti, og tí almannakunngerið eg hetta her.

Hetta brævið varð sent til[email protected];[email protected]:[email protected]: 16.10.2016 kl. 12:50 og ongin teldupostur er sendur 15.10.2016

Sum siðvenja er runt í landinum, har stillað verður upp til kommunuval og soleiðis er eisini hjá javnaðarflokkinum at fyrst valdi er í uppskoti til borgarstjóra, har javnaðarflokkurin fær tann møguleikan. Ogur vistu til síðsta kommunuval í november 2012, hvat støðan bleiv tá, javnaðarflokkurin var um at missa borgarstjóran, og fyri ikki at koma aftur í tað støðu, spyrji jeg teg sum formann í felagnum um hetta ikkikannverða ein avtalað ella semja millum valevnini at fyrst valdi verður borgarstjórið um flokkurin kemur í meiriluta, ogur kunnu stilla 11 fólk upp, og sjey av hesum hava so møguleikan at blíva vald, sjálvur virði og stuðli fult tí , ið verður fyrst valdur til borgarstjóra.

Kann jeg fáa svar uppá hetta, innan kl. 17:00 ídag, tí býráðið skal norðureftir at gera fíggjarætlan fyri 2017, og ogur verða ikki aftur fyrenn týsdagin.

Kristin Michelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder