2013-10-31 23:05
Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel Johannesen, sigur, at tað verður upp til meirilutan at gera av, um Gerhard Lognberg skal úr flokkinum. Tað hevur fingið ilt í Kristin Michelsen, sum fer at umhugsa sína støðu í flokkinum, um Gerhard Lognberg verður koyrdur úr Javnaðarflokkinum.
- Er ein meiriluti fyri at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum, so má tað standa sína roynd. Eg fái ikki gjørt nakað við tað, um tað er onkur, sum ikki kann liva við tí avgerðini, sigur Aksel Johannesen.
Aksel Johannesen sigur eisini, at Kristin Michelsen boðaði sær frá í morgun, at hann fer at umhugsa sína støðu í Javnaðarflokkinum.
So tá vikuskiftið er av, er vandi fyri, at Javnaðarflokkurin hevur mist tveir tinglimir. Aksel Johannesen ásannar, at hetta kann fáa avleiðingar fyri flokkin.
- Sjálvandi er tað óheppið og kann koma at kosta flokkinum í fyrsta umfari. Men limafeløgini hava mist tolið við Gerhard Lognberg, og tað ber ikki til longdin,i tá tey í baklandinum eru so ónøgd. Vandi er fyri, at vit missa onnur fólk sum arbeiða fyri flokkin um einki verður gjørt, sigur Aksel Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at limafeløgini ikki ynskja, at Kristen Michelsen eisini fer úr flokkinum. Hetta snýr seg um Gerhard Lognberg, men tað er upp til Kristin Michelsen sjálvan at gera av, hvat hann ætlar í framtíðini, tað skrivar Portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald