2021-09-05 21:34
Føroyar - Ísland.
Eg lovaði ein gysara og vit fingu ein gysara.
1.sett
Vit vóru sera klárar til 1. sett. Planurin var at verða aggressivar og so gera okkara allar besta í verjuspælinum.
Vit byrja væl og eru frammanfyri 8-5 og tað sær út til at vit hava gott stýr á íslendsku leikarunum.
Í álopinum gongur Inga fremst og hamrar bóltar í gólvið.
Men av tí vit vildu verða so aggressivar, so vóru vit blokkaðar íso ofta í 1. setti.
Tí kemur Ísland inn aftur í dystin og er longu frammanfyri við 14-16. Vit royna at trýsta tær alt vit klára og megna at fylgja við.
Men tíðaverri viðførir hettar, at vit gera ov nógvar feilir. Vit hava sett bólt við 24-23. Vit hava eina góða serv og
eru sera nær við at vinna hendan avgerðandi bóltin. Erguligt, men Ísland javnar. Síðani eitt servi-es frá Íslandi og
tær fáa sett bólt, sum tær so vinna 26-24.
Vit gera 17 serv-feilir, smash feilir og móttøku feilir í hesum settinum og tí eiga vit ikki at vinna tað.
Men vit vóru so nær við, og tí er tað so brand erguligt at vit ikki fáa tað.
2.sett
Vit broyta ætlan og nú skal ikki satsast ov nógv, um bóltarnir ikki liggja væl til smash. Ísland skal sleppa at vinna
teirra egnu stig.
Og tað riggar so sera væl. Ísland sum faktist bara vann 8 stig sjálvi í 1. setti, hevur enn stórar trupuleikar at
avgerða bóltarnar. Inga og Vár ganga undan í okkara álopi. Og ja vit vinda burturúr Íslandi.
Serliga raka vit væl teirra veikasta servmótøku leikarar. Hanna servar 10 ferðir, allar beint á sama leikar, og síðani
heldur Eva Gunn fram við 5 servum afturat. Ísland hevur einki at svara aftur við. Vit vinna 25-17 og so er 1-1.
3 sett
Í 2. setti hevur Milja fingið ein skaða og fær ikki spælt víðari. Ísland fær eisini skil uppá teirra servmótøku.
Og vit raka ikki líka væl teir røttu leikararnar og samstundis, byrja hesar at móttøka betur.
Vit koma undir eitt øgiligt álopstrýst og hava sera ringt at standa í móti.
Vit royna okkara allar besta. Vár spælir heilt fantastiskt við 60% kill, Hanna sum hevari roynir sítt allarbesta
og skorar 2 hevara lobb kills. Og Anna rakar eisini rytmuna.
So vit royna at hanga í, men tað er sera trupult, tí Ísland spælir eisini upp til teirra allarbesta.
Serliga dugnaligar eru tær til at raka okkara blokk, soleiðis at bólturin fer í blokkin og út.
Vit megna ongantíð at fáa tær aftur og tapa 20-25
4. sett
Føroyingar geva ongantíð upp, sjálvt um tað hevði verið tungt í 3.setti. So aftaná eitt ordans pep talk, har týdningurin
um at halda høvdi høgt og trúgva uppá egin evnir og samstundis royna at trýsta sjálvsálitið hjá mótstøðuliðnum eitt sindur,
vóru vit klárar aftur.
Og hvat fyri ein byrjan. Marta sum er spildur nýggj í hesum hópinum, leggur út við tveimum fantastiskum miðálopum.
Tað gevur sjálvsálit, men Ísland spælir væl og vit fáa einki forerandi. Fyri at vera við, mugu vit spæla 110% og tað
er sera hart. Men leikarar vilja tað. Eva Gunn verðurliga trakkar til og hamrar bóltar í gólvið 67% kill. Og Vár heldur fram
við at vinna bóltar 62% kill. Men Ísland hevur hug at renna undan. Vit royna at skifta hevara, fyri at fáa eina ørvísið rytmu.
Janna kemur inn fyri Hannu og tað riggar. Og tá Jakobina fær øll digonal smashini frá Íslandi uppaftur, so byrja vit at nærkast.
Tað verður javnt við 17-17 og nú riggar at rista Ísland. Tær klára ikki at halda teirra hægsta støði og so taka vit av.
Vit geva teimum einki og vinna 25-18
5. sett
Nú er avgerðandi og bara upp í 15 stig.
Vit byrja væl og leggja okkum fram um 3-1. Men Ísland vil eisini vinna og tær megna at rista sjokki móti endanum
av 4. setti av sær. Og tá Ísland spælir upp til teirra allar besta, so hava vit tað trupult.
Vit fylgjast upp til 5-5, men so byrjar Ísland at renna undan. Vit vilja so gjarna og Inga og Vár eru enn farligar í álop.
Men longur vit koma út í setti, so byrja vit at fáa trupuleikar við at skapa álop og vit flyta okkum eitt sindur ov seint
í stóra trýstinum. ??ll høllin heppaði á Ísland. Vit fingu nokk fornerma onkran við at vinna 25-0 í gjár, so
bæði Malta og Gibraltar løgdu ikki fingrar í millum hvørjum tey hildu vit.
Ja vit saknaðu okkara U19 dreingir sum plaga at vera so raskir at stuðla.
Ísland spælir sera væl, og móti endanum vinna vit ikki fleiri bóltar og Ísland fer av stað við sigrinum og vinna 10-15
3-2 til Íslands.
Men okkara gentur kunnu verða stoltar. Tær hava lagt alla orku í hendan dystin. Har var slett einki eftir. Og
vit kundu ikki forlanga meira av teimum. Vit kundu sjálvandi ynskt at vit høvdu fingið meira enn hendan eina
dystin við góðari mótstøðu. Men hettar er byrjanin. Um 6 vikur gongur leiðin til Finlands, har kappast skal
um norðurlanda meistaraheitið. Har skullu vit nokk fáa ríkiligt av mótstøðu. Og vit ynskja mótstøðu.
Vit vilja arbeiða hart fyri at náa so langt sum gjørligt. Í Finlandi møta vit m.a aftur Íslendska liðnum og mon
ikki úrslitið verður annaðleiðis tá. Vit takka fyri okkum úr Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald