Ítróttur

Kosovo vann tryggan 2-0 sigur

...

2018-09-11 07:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum tapti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. ??rslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið, eftir málleysan fyrra hálvleik.

Lat tað verða sagt beinanvegin: Føroyska landsliðið tapti fyri einum betri liði á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo. ??rslitið gjørdist 2-0 til Kosovo, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Heimaliðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, men serliga í fyrra hálvleiki gjørdust tað ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málið hjá Gunnari Nielsen. Men beint eftir hvíldina eydnaðist Kosovo at fáa hol á, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu heimamenninir tvey mál. Arber Zeneli legði Kosovo á odda, og lítla løtu seinni økti Atdhe Nuhiu til 2-0.

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Malta og Aserbadjan javnleik 1-1. ??rslitini hava við sær, at Kosovo er fremst við 4 stigum, Føroyar hava 3 stig, Aserbadjan hevur 2 stig, meðan Malta er aftast við einum stigi.

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður um ein mánað, hósdagin 11. oktober á Tórsvølli, tá Aserbadjan kemur á vitjan. Longu nú kunnu atgongumerki keypast íNethandilinumá heimasíðuni hjá FSF.

MYNDIR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder