Ítróttur

Korona ávirkar kappingarnar

...

2020-09-22 06:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fýra dystir í 1. deild hjá monnum, sum eftir ætlan skuldu spælast týsdagin 22. september, eru fyribils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini, sum eru sett í verk á Glasir og í skúlanum á Fløtum

??????????????????

Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at útseta fýra dystir í 1. deild hjá monnum, sum eftir skránni skuldi spælast týsdagin 22. september.

Talan er um B36 ??? B71, HB ??? KÍ, 07 Vestur ??? AB og FC Hoyvík ??? Víkingur.

Orsøkin er koronatiltøkini, sum eru sett í verk á Glasir og í skúlanum á Fløtum. Kravt verður nevniliga, at allir næmingar, ið hava sína dagligu gongd á Glasir, og næmingarnir í skúlanum á Fløtum, sum halda til í miðhæddini í FSF-húsinum, skulu vísa eina negativa koronatest, sum er tikin í fyrsta lagi mikudagin 23. september, áðrenn teir sleppa at spæla dystir aftur.

Koronatiltøkini ávirka eisini kappingarnar hjá U15-gentum og U15-dreingjum. Dystirnir millum Skála og HB, og 07 Vestur og B36 í kappingini fyri U15 Gentur, sum skuldu verða týsdagin, eru fyribils útsettir. Tað sama er galdandi fyri dystirnar í U15 Dreingir millum HB b og NSÍ, og B36 b og B71, sum skuldu spælast mikudagin.

Fótbóltssamband Føroya boðar samstundis frá, at um fleiri lið eru ávirkað av nevndu støðu, verður heitt á feløgini um at boða FSF frá hesum skjótast tilber.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder