Ítróttur

KONTRAST FM 2019 - Innleiðandi umførini í einmansleiki - badminton

...

2019-04-26 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld byrjaðu innleiðandi umførini í einmansleiki í badminton hjá kvinnum og monnum.

Kappingin gekk skjótt og gott - og tá ið klokkan nærkaðist 22.00 var greitt, hvør skal spæla finalurnar.

Nógvir góðir og spennandi dystir vórðu leiktir. Og vóru leikararnir sera uppsettir at gera sítt allarbesta á vøllinum.

Hálvfinalurnar hjá kvinnunum og monnum blivu eisini leiktar í kvøld.

Hjá kvinnunum komu Gunnva Jacobsen, Adhya Nandi, Rannvá Djurhuus Carlsson og Alma K. M. Pedersen í hálvfinalurnar. Og hjá monnunum vóru tað Bartal Poulsen, Magnus Dal-Christiansen, Benjamin Gunnarstein og Árant á Mýrini.

Finalan hjá kvinnunum verður millum Adhyu Nandi, HBF og Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF. Og hjá monnunum hittast Bartal Poulsen, MBF og Benjamin Gunnarstein, HBF. Finalurnar verða spældar í Stórhøllini á Hálsi leygardagin.

Í morgin er tvímansleikur hjá kvinnum og monnum og blandaður tvímansleikur á skránni. Byrjað verður kl. 17.00 í badmintonhøllini í Havn. Komið og stuðlið okkara badmintonleikarum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder