Ítróttur

KONTRAST FM 2018 í Stórhøllini á Hálsi

...

2018-04-07 08:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag - 7. apríl - verður stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo. Hetta tiltak er nú komið í eina fasta legu, og er samstarvið millum hesi trý sersambondini gott.

Dagarnar frammanundan stóra finaludegnum hava ítróttagreinirnar havt innleiðandi umførini og funnið tey, sum skulu spæla finalurnar.

Dagurin byrjar kl. 10.00 við finalunum í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton og borðtennis.

Síðani koma finalurnar sum perlur á einum snóri.

Klokkan 13 byrjar Kringvarpið at senda beinleiðis, og verður byrjað við judo, og sent verður til seinasta finalan er spæld.

Vónandi koma nógv fólk at stuðla leikarunum, sum heilt sikkurt fara at gera sítt til, at dagurin verður spennandi og væleydnaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder