Einstórur skúli í miðbýnum setur sín serliga dám á lívið í høvuðsstaðnum. Lívsglaðbørn, lærarar og foreldur, sum eru tongd at Kommunuskúlanum eiga at sleppa innaftur í skúlan. Ein loysn eigur at verða funnin nú.
Eg taki fult undir viðforkvinnuni í mentanarnevndini, Helenu Dam á Neystbø, sum herfyri boðaði frá,at hon heldur, at vit eiga at umvæla Kommunuskúlan og taka partar av honum ínýtslu aftur skjótast gjørligt.
Kommunuskúlin hevur í nógv ár verið við til at hildið líví miðbýnum. Hendan lívgandi mentanarborgin, sum hevur fyrireikað fleiriættarlið til vaksna lívið, er ein rótfestur kjarni mitt í høvuðsstaðnum, sumeigur at sleppa at halda fram við sínum týdningarmikla virksemi ??? at ala upp ogfyrireika okkara børn til at stíga út í lívið.
Lívsglaðu børnini í Komunuskúlanum eiga aftur í størrimun at gerast partur av býarmyndini. Talið av skúlabørnum í miðbýnum minkaðinógv, tá hægru flokkarnir í Kommunuskúlanum fluttu út á Argir, eftir at soppurvar staðfestur i gomlu bygningunum í miðbýnum.
Taðber til at umvæla bygningarnar, og lati okkum tí fáa gongd á hetta arbeiðiðskjótast gjørligt, so børn og foreldur aftur kunnu kenna seg trygg og fáa vissufyri, at teirra barn heldur fram í tí skúla, tað var innskrivað í. Málið hevurhingið í leysum lofti í alt ov langa tíð.
Íkjakinum um Kommunuskúlan hevur verið víst á, at ferðsluviðurskiftini kringskúlan í miðbýnum eru ótrygg fyri børnini. Tað er púra rætt, at vit eiga atskipa ferðsluna øðrvísi kring Kommunuskúlan, og hetta kann gerast sum partur aveini heildarætlan fyri miðbýin, sum Kommunuskúlin eftir mínum tykki eisinieigur at verða partur av. Børn ferðast ígjøgnum miðbýin hvønn einasta dag, ogher eiga vit sjálvandi at hava tryggleikan í hásæti alla tíðina.
Ferðslutrygdiní miðbýnum er sum so eingin góð grundgeving í royndunum at broyta Kommunuskúlantil íbúðarbygningar. Børn fara vónandi altíð at ferðast ígjøgnum býin, og tí ertrygdarspurningurin altíð eitt mál fyri seg, sama hvat virksemi annars er ímiðbýnum.
Latiokkum venda aftur til góða, gamla Kommunuskúlan, sum við sínum mongu næmingum,lærarum og foreldrum fær miðbýin at blóma.
Vinaliga heilsan
Bogi Andreasen, limur ímentanarnevndini
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald