2021-06-02 11:13
HSF: Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum spæla undan undankapping til EURO2022.
Føroyar eru í bólki C saman við Ísrael og Finnlandi og verða dystirnir leiktir í Høllini á Hálsi í Havn.
Vinnarin av bólkinum spælir seg víðari til sjálva undankappingina har Danmark, Rumenia og Eysturríki bíða.
Skal tað eyðnast, hava kvinnurnar brúka fyri at øll tann føroyska hondbóltsfamiljan kemur í høllina at stuðla teimum. Ung sum gomul, kvinnur og menn, gentur og dreingir.
Vóandi síggjast vit í høllini!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald