2021-03-22 09:17
Meistaradeild kvinnur:
Fleyr fekk bronsuna, men uppá hangandi hár
Greitt var áðrenn dystirnar í gjár, at skuldi Mjølnir gogga bronsuheiðursmerkini til Klaksvíkar, so skuldi Mjølnir vinna eitt stig meira enn Fleyr, sum var eitt stig fremri.
Mjølnir fekk eina hjálpandi ??? og hartsláandi - hond frá KÍF, sum smurdi Fleyr av 3-0. So nú var upp til Mjølnir at vinna sær stig í dystinum ímóti SÍ.
Eftir at hava tapt tvey tey fyrstu settini, vann Mjølnir triðja sett 25-10, og tá Mjølnir førdi 20-17 í fjórða setti, var bronsan á veg til Klaksvíkar.
Men so kom kinkur í, og SÍ vann næstu 8 bóltarnar og settið 25-20! ??? Og harvið fór bronsan til Fleyr.
Við sigrinum á Fleyr hevði KÍF togað seg framum TB á stigatalvuni, so skuldi TB sleppa sær undan aftasta plássinum, so kravdist nú ein trístiga-sigur á Drátti. Tað restaði ikki nógv í, at tað lukkaðist, men FM-finalistarnir úr Drátti vunnu 3-2.
Harvið gjørdist hetta endaliga støðan í Meistaradeildini hjá kvinnum ??? tó at sjálv FM-finalan er eftir:
Nr. / Lið / Stig
1 SÍ 41
2 Dráttur 28
3 Fleyr 20
4 Mjølnir 19
5 KÍF 14
6 TB 13
Í Meistaradeildini hjá monnum var seinasti dysturin í kappingini ímillum Mjølnir og Fleyr, og hann vann Mjølnir 3-1. Fleyr fær bronsu fyri triðja plássið. Endaliga støðan gjørdist henda:
Nr. / Lið / Stig
1 Mjølnir 46
2 ÍF 41
3 Fleyr 17
4 SÍ 4
FM-finalan verður ímillum Mjølnir og ÍF 1. og 3. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald