Ítróttur

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sett Martin sum venjara

...

2018-02-22 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum liður í miðvísu menningini í felagnum, hevur Klaksvíkar Róðrarfelag í dag gjørt avtalu við Martin Venned um at verða knýttur at felagnum sum venjari.

Martin er væl kendur í føroyska róðrarumhvørvinum, bæði sum fyrrverandi rógvari í felagnum, har hann hevur vunni felagnum mong steypini og sum rógvari og venjari í øðrum feløgum.

Felagið ynskir Martini hjartaliga vælkomnum, og sær við spenningi fram til eitt fruktagott samstarv og eitt gott kappingarár.

Martin takkar fyri álitið og fegnast um at vera partur av einum góðum róðrarhópi og vónar at kunna gera mun, so úrslitini í felagnum fjølgast enn meir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder