Ítróttur

kl. 17 verður finalan hjá U19 har vit møta Hvítarusslandi

...

2021-08-22 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Í dag er stórur og spennandi dystardagur hjá føroyskum hondbólti.

Kl. 17.00 skal føroyska U19-landsliðið hjá monnum møta Hvítarusslandi í finaluni í EHF Championship finaluni, sum verður leikt í Varna í Bulgaria. Vinnarin av dystinum rykkir upp í EM-endaspælið, sum verður leikt á sumri í 2022, har 16 tey bestu londini í Europa luttaka. Hartil rykkir yngri árgangurin, U18-landsliðið, eisini upp í EM endaspælið, um okkara vinna í dag, av tí at teir vera styrkismettir eftir árganginum, sum hevur spælt frammanundan teir.
Hesir árgangirnir hjá Føroyum og Hvítarusslandi hava møtst tríggjar ferðir áður. Í juni 2019 vann Føroyar 32-21 í European Open í Svøríki. Í desember 2019 taptu Føroyar í tveimum dystum í Sparkassen Cup í Týsklandi, fyrst 22-19 og síðani 35-29.
Hvítarussland vann sína hálvfinalu í gjár 33-31 móti Kekkia. Føroyar vunnu 31-28 móti Kekkia hósdagin.
Lagt er sostatt upp til ein sera spennandi dyst. Dysturin kann stroymast gratis á ehftv.com, tað er sera nemt og ómakaleyst at stovna sær ein brúkara har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder