VÍF hevði í dag vitjan av grannunum KÍF, KÍF vann tryggan sigur á VÍF. Lagt var upp til ein spennandi dyst, nú tað nærkast endanum á landskappingini og liðini kappast um finaluplássini.
Dysturin byrjaði varliga, tá ið 14 minuttir vóru leiktir førdi KÍF 6-5, men so fóru kollfiðringar at draga frá, KÍF vann fyrra hálvleik 13-8.
KÍF byrjaði væl uppá seinna hálvleik, teir fyrstu 10 minuttirnar fekk KÍF 4 mál og VÍF 1, so nú var støðan 17-9 til KÍF og 20 minuttir eftir at spæla - endaliga støðan gjørdist 23-18.
Tað var serliga verjan hjá KÍF og málmaðurin Joakim Juurs, sum vístu gott verjuspæl, vestmenningar hinvegin fingu nervar av góðu verjuni og blakaðu nógvar bóltar burtur - Hjá VÍF var Heini á Heygum besti maður.
Neistin vann í dag 35-27 á StÍF.
Støðan í Okkara-deildini er nú:
H71 23 stig, Neistin 18 stig, VÍF 18 stig, KÍF 17 stig, StÍF 17 stig, Kyndil 8 stig og Team Klaksvík 0 stig.
VÍF: Bjørgvin Lenvig, Hallur Arasok 3, Sjúrður Olsen 1, Heini á Heygum 5, Niels Jákup Egholm, Agnar Joensen, Jóhan í Garðastovu 1, Julian Olsen 1, Jjákup Andreas Joensen, Andrias Eriksen, Janus Jacobsen, Mladen Hjerimadra, Magnus Múller 1, Hanuus Christophersen 1 og Filip Jojic 5.
KÍF: Joakim Júrs, Nils Lyfte, Ragnar Gaard, Andrias Nielsen 3, Atli L. Hammer 1, Rani A. Højgaard 6, Jon Suni Kjærbæk 2, Teitur Joensen, Hjalti H. Matras, Pætur J. Debes, Nicklas Selvig 4, Hørdur F. Sighhórsson 1, Rúni Joensen 6 og Jákup Trygvason.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 4-3
15. min. 5-6
20. min. 5-8
25. min. 7-9
30. min 8-13
35. min. 9-15
40. min 9-17
45. min. 10-18
50. min. 12-19
55. min. 15-21
60. min. 18-23
Dómarar: Rógvi Danielsen og Bárður Danielsen.
Áskoðarar: 167.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald