Ítróttur

KÍ selur síni atgongumerki á netinum

...

2019-03-08 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá landskappingin fer í gongd aftur sunnudagin verður KÍ fyrsta felag í føroyskum fótbólti sum fer at selja atgongumerki til allar sínar dystir á netinum.

Rói Clementsen nevndarlimur í KÍ greiður frá at tey leingi hava havt trupuleikar av atgongumerkjasøluni, har fjeppara mugu gjalda við reiðum peningi. Hettar førur við sær langar bíðirøðir við sjálvtøkurnar, og ofta eru tær eisini óvirknar. Vit hava tí valt at geva okkara fjepparum, og teimum sum ynskja at koma til dyst við Djúpumýru møguleikan at keypa sítt atgongumerki á netinum. Atgongumerki verður síðani sent við telduposti, og viðkomandi kann printa atgongumerki út, ella vísa tað við snildtelefon við dyrnar har strikukotan verður skanna.

Tað verður tó framvegis møguligt at keypa atgongumerki við dyrnar sum vanlig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder