KÍ og Kringvarpið hava gjørt avtalu um at vísa dystin í Europa League hóskvøldið.
KÍ skal í eldin í Q3 í UEFA Europa League, hesaferð á Tórsvølli.
KÍ trekti FC Dinamo Tbilisi, sum er verandi meistari í Georgia. Hetta er eitt stórfelag, sum áður hevur verið í Føroyum, seinast í 2013, tá teir vunnu 9-2 samanlagt á EB/Streymi.
FC Dinamo Tbilisi er ein stórur biti at gloypa, tó kann alt henda í fótbólti.
Í farna umfari avgjørdu teir ikki fyrr enn í 97??? minutti, tá teir skoraðu til 1-0 upp á brotsspark, har teir annars vóru stórfavorittar.
KÍ vann seg hinvegin tvær ferðir víðari í Europa League farna kappingarár.
Í ár hevur tó verið eitt sindur øðrvísi, har KÍ fyrst kom víðari á skriviborðinum ímóti Slovan Bratislava, og síðan tapti 3-1 á útivølli ímóti Young Boys úr Sveis.
Vit koma ikki uttanum, at FC Dinamo Tbilisi er favorittur í dystinum, men vit vita eisini, at KÍ er væl fyrireikað, og at alt kann lata seg gera.
Vinnarin í hesum dystinum skal spæla ???Play-off??? dyst til Europa League bólkaspælið. Einki føroyskt felag hevur áður leikt evropeiskan ???Play-off??? dyst.
Fótbóltsføroyar vóna sjálvandi, at KÍ stendur eftir við øllum!
Tíverri sleppa eingir áskoðarar til dyst á Tórsvølli, men dysturin verður vístur í Kringvarpinum eftir Dag & Viku.
Av tí at D&V er kl. 19, tá dysturin byrjar, kunnu tey, sum vilja, síggja dystin frá byrjan, síggja hann áwww.kvf.fo.
Kringvarpið setur á Tórsvøll beint eftir D&V og hevur fólk í sjónvarpsstovuni í hálvleikinum og eftir dystin.
Góðan dyst øll somul
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald