Ítróttur

KÍ er oddalið í Betri deildini hjá monnum eftir 2. umfar

...

2018-03-17 23:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag var 2. umfar í Betri deildini leikt. KÍ er einasta liðið ið hevur fult stigatal eftir 2. umfar, og eru teir tí oddalið.

Stóri dysturin hetta umfari var við Løkin har NSÍ tók móti KÍ. Tað kom bert tað eina málið í dystinum, og tað skoraði Jóannes Bjartalíð eftir 9. min. KÍ vann tí dystin móti NSÍ 0-1. 500 áskoðarar vóru møttir til dystin.

Ein annar stórur dystur var, tað var millum HB og Víking. Heðin Hansen legði Víking á odda 0-1 eftir 20. min. Adrian Justinussen javnaði eftir 29. min. Tá ið 77. min. vóru leiktir skoraði John Frederiksen til 2-1 til HB, sum eisini gjørdist úrsliti av dystinum.

Í Sørvági tók 07 Vestur móti Suðringum.

Ken Fagerberg legði 07 Vestur á odda 1-0 eftir 7. min. Stefan Radosavljevic skoraði tvey mál fyri gestirnar, bæði uppá brotsspørk. Hann javnaði til 1-1 eftir 25. min. og tá ið 95. min. vóru leiktir skoraði hann til 1-2. 200 áskoðarar vóru til dystin.

Á Skála tók Skála móti B36. B36 vann dystin 0-2 eftir tvey skjót mál uppá seinna hálvleik. Fyrst skoraði Eli Nielsen eftir 47. min. Bert tveir minuttir seinni økti Meinhard Olsen til 0-2. 300 áskoðarar vóru til dystin.

Í Hólmanum á Eiði leiktur EB/Streymur og AB málleysan javnleik.

Kelda Faroesoccer.com

Støðan
Nr.LiðDVJTMMS 
1.220046 
2.EB/Streymur211014 
3.NSÍ210133 
4.B36210113 
5.Víkingur210103 
6.HB2101-23 
7.AB202002 
8.07 Vestur201101 
9.SKÁLA2002-30 
10.TB/FCS/Royn2101-43 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder