Ítróttur

KÍ er nógv størsti favoritturin í hesum umfarinum

...

2018-08-05 10:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leivur Frederiksen tippar á FSF.fo:

Víkingur - AB 1

Víkingur burdi verið rættiliga greiður favorittur her. AB hevur tapt seks dystir á rað, og í teimum seks dystunum hava teir bara skorað eitt mál. Víkingarnir eru helst eitt sindur vónbrotnir um, at tað ikki gekk frægari í Evropa League, men í landskappingini eru teir í góðum stima við fýra sigrum á rað. Eg havi torført at síggja fyri mær, at AB kemur til Gøtu og vinnur sær nakað stig her. 3-0.

KÍ - 07 Vestur 1

Tað er ikki neyðugt at siga so nógv her. KÍ er nógv størsti favoritturin í hesum umfarinum, nú teir taka ímóti botnliðnum, 07 Vestur. Gongdin hjá KÍ í seinastuni við seks sigrum á rað hevur verið imponerandi, og hon hevur eisini við sær, at teir nú sjálvir kunnu avgera, um teir vinna sítt fyrsta FM síðan 1999. Her snáva teir so ikki á leiðini. Eg vænti, at KÍ vinnur greitt. 4-1.

NSÍ - EB/Streymur 1

Hetta kann skjótt blíva ein spennandi dystur, um NSÍ ikki fær sítt spæl at koyra frá byrjan. EB/Streymur var tvær ferðir í Runavík í fjør. Fyrri dysturin endaði 1-1. Hin dystin vann NSÍ 3-2, eftir at EB/Streymur hevði verið á odda 2-0. Eg haldi, at sundalagsmenn kunnu hótta NSÍ, men tað merkir tó ikki, at eg ikki haldi, at NSÍ er rímuliga greiður favorittur her. Heimaliðið vinnur við einum ella tveimum málum. 2-0

HB - Skála 1

Tað hevur leingi sæð út sum, at HB ikki kundi tapa. Men á ólavsøku kom fyrsti ósigurin síðan fyrsta umfar, og tað hevur við sær, at tað nú er veruligur spenningur um fyrsta plássið. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu oddaliðið klárar seg her, tí Skála hevur mangan arga HB, eisini í Gundadali. Í fjør vunnu skálamenn dystin í Havn 2-1. Tað hevur tó í ár víst seg at vera ógvuliga torført hjá feløgunum í niðaru helvt at taka stig frá teimum í ovara helvt. Nógv bendir tí á ein heimasigur, men eg vænti, at hann verður tepur. 2-1.

TB/FCS/Royn - B36 X

Eg meti, at hesin dysturin er púra opin, og at hann kann enda við øllum trimum úrslitum. TB/FCS/Royn fekk ein flottan stórsigur á Argjum í farna umfari, har nógv bendi á, at teir hava gjørt kvetti við nýggja áleyparanum, sum skoraði trý mál. Felagsliðið úr Suðuroy møtir B36 á einum perfektum tíðspunkti, tí tað kann hugsast, at B36-spælararnir framvegis eru troyttir frá einum strævnum Evropa League dysti og longu ferðini heim. Tað verður áhugavert at síggja, um teir hava beinini til hesa uppgávuna. 1-1.

Jákup ??sá tippar 17. umfar

Víkingur - AB 1

KÍ - 07 Vestur 1

NSÍ - EB/Streymur 1

HB - Skála 1

TB/FCS/Royn - B36 2

Tróndur Arge tippar 17. umfar

Víkingur - AB 1

KÍ - 07 Vestur 1

NSÍ - EB/Streymur 1

HB - Skála 1

TB/FCS/Royn - B36 2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder