Mentan

KFUM-skótarnir í Føroyum nýggja Landsnevnd

...

2021-02-08 11:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin høvdu KFUM-skótarnir í Føroyum Landsfund og millum annað var val av nýggjari landsnevnd. Landsnevndin hevur skipa seg:

Skótaovasti: Steinbjørn V. Olsen

Varaforkvinna: Sóley Mikkelsen

Skrivari: Elin Maria Olsen

Nevndarlimur: Guðrið Berthelsen og Zacharias Thomassen

KFUM skótaarbeiðið er skipa runt um í landinum, tað eru nýggju skótabólkar kring oyggjarnar. Hvørja viku eru skótafundir og nógv virksemi sum er mennandi og avbjóðandi fyri tey ungu.

KFUM-skótarnir hava sum endamál at: hava eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.

Og endamálið hjá samskipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.

Bæði gentur og dreingir kunnu vera limir hjá KFUM-skótinum í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder