2021-04-29 06:20

Tað ber til at keypa atgongumerki til manslandsdystirnar móti Kekkia og Russlandi.
1000 atgongumerki verða sett til sølu og koma áskoðararnir at sita í tveimum ymiskum pørtum av høllini.
Atgongumerkini kosta 150 kr og kunnu bert keypast á netinum via leinkju á heimasíðuni hjá HSF.
Føroyar og Kekkia spæla fríggjadagin kl. 19.45 og Føroyar og Russland sunnudagin kl. 17.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald